Jens Eystein í Løðu © 2008 • Privacy Policy • Terms of Use

Tíðindi.

Her kanst tú lesa onkur smávegis tíðindi.

 

19-04-2008:

Beinir og Sjúrður funnu saman við Gutta og Hallur fløskupost á Víkun. "Trýst Her"

-----------------------------------------------------------------------------

25-11-2008:

Danmarkartúrur hjá Bindiklubbanum í Bø við maka:

Tey fyrstu fóru úr Føroyum við fyrsta flogfarðinum 20-11-2008, og tey seinastu komu heimaftur seinasta túrin 24-11-2008.

Ikki kann sigast annað enn at túrurin var sera góður, og tað sum setti sín serliga dám á hann var ikki tann viðvenda og tóma pengamappan, men tann framúr góði maturin og blíðskapurin vit fingu heima hjá Katrin og Arna Rein, sum millum Bíggjarfólk verður nevnt "Hotel Rein". Myndir frá døguranum ið ikki var almennur kunna síggjast "HER"

LionKing vil vegna ferðaliðið nýta høvi at takka Fam. Rein fyri blíðskapin.

Myndir úr Danmark kunna síggjast "HER".

Myndir frá rundvísingini á Carlsberg kunna síggjast "HER".

 

Tey sum við vóru:

Rannvá & Eystein, Rúna & Jógvan Páll, Thora & Búi, Gudny & Erik

Torgunn, Ellef og dótturin Jóna, Jenny & Heri, Anita & Tróndur,

Hervør, Ove og dótturin Bjørk.

-----------------------------------------------------------------------------

04-11-2008:

Fyrsti Harudagur á Víkum:

Farið var frá húsum klokkan átta í morgun og veðrið var gott, hóðast tað var eitt fríkst lot.

Fongurin var íalt 46 harur, og er hetta heldur slakari enn vanligt fyrsta dagin.

Harumennirnir ið vóru á víkum í dag vóru: Gutte G - Gutte P - Hallur P - Jakku G- Tummas Heri - Hjalti P - Búi H.

Ungu dreingirnir Arnfinnur, Tollakur, Sjúrður og Beinir vóru eisini slopnir við. Og verður hetta helst ein dagur teir koma at minnast.

Klokkan umleið fimm seinnapartin komu teir aftur at húsum og stóð góður matur fyri teymum í neystinum hjá Leon Heinesen í Sørvági.

Trýst "her" fyri at síggja myndir frá túrinum.

-----------------------------------------------------------------------------

28-08-2008:

Bindiklubburin í Bø byrjaður aftur:

Í dag 28 August upprann tann stóri dagurin, sum fleiri kvinnur í Bø hava bíða eftir, tað var at bindiklubburin skuldi samlast eftir summarsteðgin. Tann sum stóð fyri tørni at hava bindilkubb var Rannvá, og sum myndirnar vísa var nógv gott á borðinum.

At bygdin Bøur er í vøkstri kann sigast, við tað at minst 20% av samankomnu kvinnunum vóru við barn. Og eftir at ein fór heim sum fyri stuttum hevur átt, vaks hetta talið til 22,2%.

Myndir kunna síggjast við at trýsta "her".

------------------------------------------------------------------------------------------------------------

23-08-2008:

Bíggjarbati skipar fyri at hegna rundan um Viðurbyrgið:

Hegn ella regndagur ? Ella bæði:

Hóðast vánaligt veður, var heilt fitt av fólkið komi saman Leygardagin 23. August, fyri at hjálpa til við at seta hegn upp, rundan um Viðurbyrgið.

Dagurin byrjaði klokkan nýggju við morgunmati í skúlanum . Myndir kunna síggjast við at trýsta "her"

Eisini var Borgarstjórðin í Sørvágs Kommunu, Jákup Suni komin á vitjan, og handaði hann bygdafelagnum eina steinplátu, fyri at Bøur gjørdist nummar tvey sum best røkta bygd 2008. Myndir kunna síggjast við at trýsta "her"

Eftir morgunmatin og handanina var fari til verka, og tað sum hevði fyrstu raðfesting var, at seta hegn upp rundan um Viðurbyrgið, so at seyður ikki sleppur inn á økið har runnar og trø skulu plantast. Myndir frá arbeiðinum kunnu síggjast við at trýsta "her"

Um middagsleitið var smurt breyð at fáa til matna og hesum góða mati stóðu konurnar í bygdini fyri, myndirnar eru at síggja "her"

Fleiri børn vóru eisini við, og tey sum ikki hjálptu til uttandura, hugnaðu sær á loftinum í skúlanum. Myndir síggjast "her"

Seinnapartin helt arbeiði fram, sjálvt um tað regnaði av grimd. Tá klokkan var um seks var aftur ein góður biti á skránni, og eftir hetta sótu fólk og hugnaðu sær í skúlanum. Myndir síggjast "her"