Loynital til keyp á netinum
Tá ið tú skalt nýta títt gjaldskort á netinum, skalt tú hava stovnað eitt persónligt loynital og skráseta títt telefonnummar. Tú skalt brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt gjaldskort. Tað ber til at hava sama loynital til fleiri gjaldskort.
Tíðindi
Broyting í dekortsatsum
Frá 17. mai 2024 verða dekortsatsirnir á uppsparingarkontum, við 3 og 12 mðr. uppsagnartíð, broyttir.
Freistir fyri flytingar áðrenn flaggdagin
Í samband við flaggdagin og dýrabiðidag ynskja vit at kunna um freistirnar fyri flytingar.
Frágreiðing um burðardygd og samfelagsábyrgd fyri 2023
Í Betri Banka leggja vit okkum eftir at hava eitt burðardygt og ábyrgdarfult fíggjarvirksemi, ið leggur lunnar undir tryggleika og vøkstur í Føroyum. Vit vilja røkja okkara leiklut sum banki ábyrgdarfult, og nýta okkara ávirkan sum fíggjarligur veitari og ráðgevi at eggja okkara kundu til at byggja tilveruna á eitt burðardygt grundarlag.
Gjaldoyraroknari |
Frágreiðingar frá Fíggjareftirlitinum
Betri Banki er undir eftirliti av danska Fíggjareftirlitinum og er ein SIFI peningastovnur (Systematically Important Financial Institution) í Føroyum. Fíggjareftirlitið er regluliga á eftirlitsvitjan hjá Betri Banka og kannar um vit lúka krøvini, sum verða sett SIFI peningastovnum.
Latið okkum hoyrast
Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.