Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betri Banka
Nú hevur tú møguleika til at fara í gongd við eina tvey ára avbjóðandi og mennandi útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum. Vit søkja eftir næmingum til deildina í Tórshavn, í Saltangará, í Miðvági og á Tvøroyri.
Tíðindi
Ársaðalfundur í Betri Banka P/F
Boðað verður til ársaðalfundar í høvuðssæti bankans, Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn fríggjadagin 12. apríl 2024, kl. 10:00
Freistir fyri flytingar um páskirnar
Nú vit nærkast páskum, vilja vit kunna um freistir í samband við flytingar og lønarflytingar.
Ársroknskapur 2023
Betri Banki hevði eitt gott rakstrarúrslit í 2023. Hækkandi rentur og økt útlán síggjast aftur í úrslitinum hjá bankanum fyri 2023. Harumframt var úrslitið av fíggjarligu íløgunum væl betri enn árini frammanundan og vøksturin í útreiðslum var eisini avmarkaður. Tískil gjørdist úrslitið í 2023 munandi betri enn seinastu árini.
Vit lækka fleiri kostnaðir og gera aðrar tænastur ókeypis
Tað er, og hevur altíð verið, ókeypis at hava innlánskontur hjá okkum. Tað er eisini ókeypis at gera flytingar á Netbankanum, og vit hava lækkað kostnaðin fyri skundflytingar úr 10 niður í 2 krónur. Harumframt hava vit lækkað árliga kostnaðin fyri Masterkort úr 250 niður í 200 krónur.
Gjaldoyraroknari |
Frágreiðingar frá Fíggjareftirlitinum
Betri Banki er undir eftirliti av danska Fíggjareftirlitinum og er ein SIFI peningastovnur (Systematically Important Financial Institution) í Føroyum. Fíggjareftirlitið er regluliga á eftirlitsvitjan hjá Betri Banka og kannar um vit lúka krøvini, sum verða sett SIFI peningastovnum.
Latið okkum hoyrast
Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.