Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Inntøkur uttanlands og ársuppgerð 2023

marts 13, 2024 by Ikke kategoriseret No Comments

Um tú hevur havt inntøkur frá útlandinum, herundir Føroyum, skulu hesar inntøkur uppgevast til SKAT. Ársuppgerðin er tilrættað tann einkulta skattaborgaran, og tí hava ikki øll atgongd til teigar viðvíkjandi ‘Udenlandsk indkomst’. Um tú ikki hevur atgongd til teigarnar, skalt tú seta teg í samband […]

Ráðgevingin í Føroyum

februar 15, 2024 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevarnir eru í Føroyum í viku 8, frá 19. til og við 22. februar 2024. Endamálið við ferðini er at menna samstarvið við føroyskar myndugleikar og stovnar, sum Ráðgevingin samstarvar við. Ongin viðtala er í vikuni, men vit svara teldupostum og fyrispurningum í innbakka á […]

Jólafrí

december 21, 2023 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin er stongd frá 22. desember 2023 til 2. januar 2024. Vit ynskja gleðilig jól og gott nýggjár.

Forskotsuppgerð 2024

november 15, 2023 by Ikke kategoriseret No Comments

Forskotsuppgerðin fyri 2024 liggur nú í skattamappuni. Tú finnur tína forskotsuppgerð við at rita inn á skat.dk við MitID. Kanna um upphæddirnar svara til tað tú væntar fyri 2024, og um tær ikki gera, so rætta upphæddirnar. Um tú hevur lønarinntøku og føroyafrádrátt skulu upphæddirnar […]

Hernaðarskylda

oktober 12, 2023 by Ikke kategoriseret No Comments

Sambært Værnepligtsloven § 1, stk. 3 kunnu føroyingar søkja um undantøku frá hernaðarskyldu. Aftaná flyting úr Føroyum til Danmarkar fáa mannfólk eitt bræv í e-boks viðvíkjandi hernaðarskyldu. Innkalling til “Forsvarets dag”, har tað verður upplýst, at møguleiki er fyri undantøku um tú hevur búð í Føroyum […]

Røktarfarloyvi

september 13, 2023 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin hevur fingið fleiri fyrispurningar frá føroyingum, búsettir í Danmark, um møguleikan at fara til Føroyar at ansa sínum nærmastu heima ta seinastu tíðina og fáa eina samsýning (plejevederlag ) um tey hava inntøkumiss. Hetta er ein skipan sum er heimilað í donsku servicelógini og […]

Pisudagur 2023

august 16, 2023 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin luttók 4. august á tiltakinum Pisudagur 2023, sum er eitt kunningartiltak fyri lesandi, sum MFS og Betri Banki skipaðu fyri. Á heimasíðuni hjá Ráðgevingini finnur tú kunning um nógv ymisk viðurskifti í samband við flyting til DK og lestur https://radgevingin.dk/ Eisini ert tú vælkomin […]

Pisudagur 2023

juli 24, 2023 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin er í Føroyum og luttekur í tiltakinum hjá Betri Banka og MFS, Pisudagur, fríggjadagin 4. august kl 18.00, Yviri við Strond 2.